Innanlands

Fráboðan um eld á Skálatrøð

Talan var um ungar dreingir, sum høvdu sett eld á okkurt tilfar uttanfyri eina ruskbingju – Tosað verður við foreldrini og Barnaverndina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-17 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið, tá klokkan var umleið 22, kom ein fráboðan um eld á Skálatrøð í Havn.

Talan vísti seg at vera um einar 6-7 ungar dreingir, sum høvdu sett eld á okkurt uttanfyri eina ruskbingju. Eldurin sløknaði tó av sær sjálvum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglan fer at tosa við foreldrini hjá dreingjunum umframt Barnaverndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder