placeholder
Mentan

Frá Tomorrowland til Føroya og á Vágsbø

Heimskendi norðmaðurin Alan Walker spælir hóskvøldið á Summarfestivalinum. Hann hevur fleiri milliardir stroymingar. Pallurin á Vágsbøi í ár verður best útgjørdi pallur í Føroyum nakrantíð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-08-02 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv tað størsta navnið á Summarfestivalinum í ár, er heimskendi norski plátuvendarin Alan Walker.

Hann spælir hóskvøldið klokkan 23 á Vágsbøi.

At talan er um eitt av teimum heilt stóru nøvnumum vísir ein av hansara seinastu. Fyri viku síðani spældi hann á risastóra elektroniska festivalinum Tormorrowland í Belgia.

Har bleiv ikki spart uppá nakað, og tað verður tað sum skilst heldur ikki á Vágsbøi hóskvøldið klokkan 23.

Úr Klaksvík verður sagt, at høvuðspallurin á Summarfestivalinum í ár, er best útgjørdi pallur í Føroyum nakrantíð.

- Tað verður eitt vilt show, siga fyrireikararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder