Mentan

Forvitnisligur filmfestivalur avdúkar skránna

Ársins Faroe Islands International Minority Film Festival verður í døgunum 30. aug. - 2. sept

2018-08-24 09:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðurlendsk og føroysk/donsk frumsýning, prát við leikstjórar og eitt stórt drag show við kendari, danskari drag og føroyskum drag queens og kings er nakað av tí sum ársins Faroe Islands International Minority Film Festival bjóðar í døgunum 30. aug. - 2. sept.

Hetta er aðru ferð á rað, at føroyingar kunnu síggja áhugaverdar filmar um minoriterar til filmfestivalin, har átrúnaðar- og mentanarstríð verða løgd undir sjóneykuna og tikin til viðgerðar, bæði í filmunum og eisini sum pallborðsorðaskifti. FIMFF hevur seinastu dagarnar avdúkað alla skránna fyri í ár, og tað er ein fjølbroytt og forvitnislig skrá við stórum spælifilmum, áhugaverdum dokumentarfilmum og skemtiligum stuttfilmum. Eisini er ein barnafilmur á skránni. Filmfestivalurin heldur til í Perluni, Reinsarínum og Norðurlandahúsinum

Eitt nú verður onki minni enn norðurlendsk frumsýning tann 1. september av skemtiliga og inniliga dokumentarfilminum Gospel of Eureka, um friðarliga samtilveru, og um hvussu átrúnaður og seksualitetur ganga á kross í einum lítlum býi, til støddar við helvtina av Tórshavn.

Eisini verður tað ein føroysk/donsk frumsýning, tá endafilmurin ‘Andið eðilega’ (And breathe normally) verður sýndur í Perluni 2. september. Íslendski leikstjórin Ísold Uggadóttir verður við til filmin, sum hevur vunnið fleiri virðislønir, eitt nú sum besti leikstjóri til Sundance Film Festivalin og sum besti norðurlendski filmur til Gøteborg Film Festival.

Stóru filmarnir ‘Call me by your name’, sum hevur vunnið Oscar fyri besta handrit, ‘Disobedience’ við Oscarvinnandi høvuðsleiklutunum og ‘Andið eðilega’ bera brá av, at ársins filmfestivalur hevur spent seg út og røkkur langt.  

Kjak um mannarættindi og veitslur fyri øll

Hóast FIMFF fyrst og fremst er ein filmfestivalur, so hevur hann nógv ymiskt at bjóða. Eitt nú vera áhugverd kjak á skránni, framløga um Virtual Reality av ein av førandi leikstjórunum innan VR í USA, listaframsýning, Youth skrá til skúlar, Drag Academy og endaveitslan, Gender Bender.

Til Gender Bender endaveitsluna koma, fyri fyrstu ferð nakrantíð, føroyskar drag queens og kings at framføra, sum hava luttikið í Drag Academy við Tinus de Schunard á odda. Tinus de Schunard er kendasta drag queen í Danmark og livur hann av tí. Afturat einum forvitnisligum drag showi, fer Reinsaríið at kóka, tá Tami T og Helgi fara at diska. Tami T er svensk, búsitandi í Berlin, og slóg veruliga ígjøgnum við lagnum ‘I never loved this hard this fast before’ sum er við í filminum Something must break, og sum verður sýndur ókeypis í Sirkus mánadagin 27. august. Helgi er føroyingur og spældi hann eitt nú til G! Og Faroe Pride Afterparty í ár.

Meira er at lesa á fimff.fo.

- FIMFF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder