Innanlands

Fóru til hendurs í miðbýnum í nátt

Tveir menn fingu bót fyri brot á politiviðtøkurnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-20 08:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá fólk skulu heim eftir at skeinkistøðini í Havn steingja, hendir javnan at fólk koma til ilnar.

Um eitt tíðina í nátt komu boð frá hýruvognsstøðini Auto í miðbýnum í Havn um at rok var uttanfyri.

Løgreglan fór á staðið, og tað vísti seg at tveir fullir mans vóru farnir til hendurs. Menninir fáa eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder