
Í gjárkvøldið og í nátt hevur verið friðarligt hjá løgregluni hóast stóri G! festivalurin fór av bakkastokki.
Bara ein fráboðan kom frá økinum á G! festivalinum. Tað var um hálvgun trý tíðna, tá menn komu til ilnar á sandinum.
Tá løgreglan kom fram løtu seinni, var tó friðarligt og tey flestu vóru á veg heim. Tískil er ikki greitt, hvat er hent har.
Annars hevur løgreglan steðgað bilum í Eysturoynni og kanna um bilførarar vóru ávirkaðir. Í tveimum førum hevði bilførarin ikki koyrikort uppi á sær, og ein fekk bót fyri at brúka telefon meðan koyrt varð, men eingin varð tikin fyri at koyra ávirkaður, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald