placeholder
Mentan

Fortnite fór í svart

Væl umtókta spælið “Fortnite”, sum fleiri føroysk børn og ung eisini spæla, er farið í svart. Enn er ógreitt nær spælið verður tøkt aftur

2019-10-14 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnukvøldið rakti ein loftsteinur staðið har brúkarar berjast í skjótispælinum Fortnite, og legði alt spælið í oyði. Síðani hevur eitt svart hol verið at sæð hjá teimum, sum hava tendrað spælið.

[object Object]Soleiðis sær út hjá nógvu Fortnite-spælarunum

Sjálvsagt var hetta eftir ætlanini hjá framleiðaranum av spælinum, men spælararnir - sum í stóran mun eru børn - vistu ikki av hesum. Fyri fleiri kom hetta sera óvæntað, og nógv leitaðu eftir svari á sosialum miðlum. Her var tó einki at koma eftir.

Tað einasta sum var at finna, var ein beinleiðis stroyming av svarta holinum.

Hetta hendir í sambandi við at 11. útgáva av spælinum verður givin út. Hóast tað, so er tað heilt óvanligt at Fortnite hevur valt at kvetta fyri 250 milliónum skrásettum spælarum í óásetta tíð, skrivar tv2.dk.

Soleiðis hendi tað:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder