Uttanlands

Forsætisráðharrin í Kosovo fingið staðfest korona

Avdullah Hoti fer at arbeiða heimanifrá komandi vikurnar – Burtsæð frá eitt sindur av hosta, hevur hann eingi sjúkueyðkenni

Avdullah Hoti, forsætisráðharri í Kosovo (Mynd: EPA)

Avdullah Hoti, forsætisráðharri í Kosovo (Mynd: EPA)

2020-08-03 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avdullah Hoti, forsætisráðharri í Kosovo, hevur fingið staðfest koronasmittuna. Hetta upplýsti hann sjálvur í dagføring á Facebook í gjárkvøldið.

Avdullah Hoti er farin í sóttarhald, og fer hann at arbeiða heimanifrá komandi vikunar. Hann hostar eitt sindur, men hevur annars eingi sjúkueyðkenni, sigur hann.

Í dag eru júst tveir mánaðir síðani, Avdullah Hoti tók við sum forsætisráðharri 3. juni.

Kosovo, ið er eitt av fátakæstu londunum í Evropa, hevur uml. 1,8 mió. íbúgvar, og landið hevur higartil skrásett uml. 9.000 tilburðir og 249 andlát.

Eins og í hinum Balkan-londunum, er talið á smittutilburðum nógv økt síðan juni.

Hægsti heilsufakligi ráðgevin í Kosovo, Blerim Syle, hevur, sambært Ritzau, ávarað um, at Kosovo kann gerast Wuhan millum Balkan-londini. Her verður víst til kinesiska milliónbýin Wuhan,  sum verður hildin at vera upprunastaðið hjá koronavirussinum, sum breyt út í endanum av 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder