Mentan

Føroyskur solistur á ferð við donskum orkestri

Ernst D. Remmel verður solistur á konsertferðini hjá danska orkestrinum “Amatør Symfonikerne”, sum fer at spæla konsertir í ávikavist Norðurlandahúsinum, í SALT og eina matiné konsertkonsert í Christianskirkjuni í Klaksvík seinni í hesum mánaðinum

2021-10-13 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 18. 23. oktober vitjar danska orkestrið "Amatør Symfonikerne" í Føroyum, og føroyski Ernst D. Remmel verður solistur á konsertferðini.

Orkestrið fer at spæla konsertir í Norðurlandahúsinum, og í SALT, umframt at ein matiné konsert verður í Christianskirkjuni í Klaksvík. Konsertferðin er komin í lag í samstarv við Føroya Symfoniorkestur.

– Ernst D. Remmel, ið lesur á “Det Jyske musikkonservatorium, er partur av nýggja føroyska ættarliðnum av ungum tónleikarum, og er eitt tað størsta føroyska tónleikatalentunum vit eiga. Musikalitetur, arbeiðssemi og hansara natúrliga tilgongd til tónleikin er sum hjá fáum, og um eina viku verður høvi at hoyra hann framføra kendu trompet konsertina í Ab-dur eftir Alexander Arutiunian, skrivar Føroya Symfoniorkestur í tíðindaskrivi.

Á skránni eru eisini ouverturan til operuna “Die Meistersinger von Nürnberg” eftir Richard Wagner og Carl Nielsen symfoni 3, tilnevnd “Espensiva”.

Hetta er bert aðru ferð, at at ein Carl Nielsen symfoni verður spæld í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1960, tá “Danmarks Radio Symfoniorkester” vitjaði í Føroyum, og framførdi júst “Espansiva”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder