Mánadagin 5. januar luttók føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn, Gunnar Holm-Jacobsen á hátíðarligu og siðbundnu nýggjársmóttøkuni hjá kongshjúnunum fyri útlendskum sendifólkum og makum teirra á Christiansborg.
Hetta var fyrstu ferð, at føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn var boðin við, skrivar sendistova Føroya í Keypmannahavn.
Sendimaðurin nýtti høvi at takka fyri innbjóðingina og ynskja kongshjúnunum gott nýggjár.
Sendifólkahjúnini fingu harumframt høvið at skifta orð við kong einsæris eina løtu, tá tann meiri siðbundni parturin av móttøkuni var av.
![]()
(Mynd: Kongshúsið)
![]()
(Mynd: Kongshúsið)
Sí eisini: Myndir: Nýggjársveitsla á Amalienborg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald