Innanlands

Føroysku skótarnir hava tað gott í koreansku hitabylgjuni

Hitin í Suðurkorea, har 54 føroyskir skótar eru við á Heimsjamboree, nærkast 40 hitastigum. Onkur lond, eitt nú Bretland, hava sent sínar skótar heim. Men føroyingar og hini norðurlondini eru væl fyrireikað upp á hitan, og hava tað gott og stuttligt

2023-08-05 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesum døgum er eitt ferðalag við 54 føroyskum skótum, leiðarum og hjálparfólkum á heimsjamboree í Suðurkorea.

Seinastu dagarnar hevur nógv verið skrivað í útlendskum um heimsjamboreeina, og fokus er serliga á hitabylgjuna, og at Bretland og USA hava valt at senda sínar skótar heim.

- Men tær upplivingarnar, ið vit lesa um í eitt nú BBC, eru ikki tær somu sum vit hava, skriva skótarnir í eini heilsan úr heita Suðurkorea.

Føroyski hópurin hevur havt nakrar sera góðar dagar á jamboreeini, hóast ógvusliga hitan. Tað skal tó sigast, at tá legan byrjaði, tá var nógv, sum ikki var so væl fyriskipað, sum tey eru von við. Men skótarnir síggja allatíðina stórir batar, sum ger upplivilsið nógv betri.

- Vit hava verið sera væl fyrireikað uppá at tað verður heitt, so skótarnir hava lært, at tey mugu drekka sera nógv, vera í skugga, brúka sólkrem og at eta til allar máltíðir. 

- Allir okkara skótar hava bæði hatt og paraply, umframt ein liturs drekkidunk, ið tey altíð hava við sær, og tað hevur verið sera gott móti hitanum, sum í gjár var 38 hitastig. Tað hevur loyst seg at fyrireika skótarnar væl til tað, tí mótsat bretsku skótunum, so er eingin føroyskur skóti ið hevur fingið hitaslag.

- Tvørturímótir, so eru skótarnir í sera góðum lag. Tey tosa við og býta um skótamerkir við onnur ung úr øllum heiminum, og tað er ein heilt serlig kensla, at nærum allur heimurin er savlaður á somu legu.

Dagarnir ganga við alskyns spennandi aktivitetum, har tey millum annað hava dansað koreanskir dansir, verið í rennistrongi, spælt spøl og gjørt sítt egna shampoo. Tað er sera gott lag millum føroysku skótarnar, og tey eru sera røsk at koma í prát við aðrar skótar og fortelja um Føroyar. Í morgin er mentanardagur, har øll skótalið vísa ein part av síni mentan fram. Okkara skótar fara at dansa føroyskan dans og læra onnur at bregda.

- Vit eru í ferðalag við donsku skótunum, og ovasta leiðslan er í sambandi við hini norðurlondini dagliga, í mun til hvørjar avgerðir skulu takast. Norðurlond meta at her er trygt at vera, og norðurlendingar hava dugað væl at vart seg fyri hitanum. 

- Vit hava eisini bæði dugnaligar læknar og sjúkrasystrar við í ferðalagnum, og tá onkur fær keðiligar bløðrur, ella insektbitini gerðast ov ógvuslig, so kunnu vit fara á leguklinikkina at fáa hjálp. Her er eisini eitt veruligt leguhospital, um so er at fólk gerðast sjúk, men tað hava vit tíbetur ikki havt tørv á.

- Hettar eru dagar fullir av góðum løtum og fittum fólkur. Vinarløg verða knýtt tvørtur um øll landamørk og samanhaldið er framúr gott í føroyska hópinum.

- Vit vilja øll senda tykkum heitar, sveittandi heilsanir úr SaeManGeum í Suður Korea.

Tit kunnu fylgja okkara ferð í myndum her: 

https://instagram.com/wsj.2023tinganes?igshid=NTc4MTIwNjQ2YQ==

Heilsan føroysku skótarnir á Heimsjamboree

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder