Innanlands

Føroyski lottomillióningurin gjørt vart við seg

Vinnarin ynskir at vera dulnevndur

2020-10-20 12:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið vendi hepni føroyingurin, sum hevur vunnið 15 milliónir krónur í Lotto, til Danske Spil. Tað hendi meira enn eina viku eftir, at Danske Spil kunngjørdi at ein heppin vinnari, sum hevði keypt seðil í Kiosk Activ í Hornabø hevði vunnið.

Góðan morgun Føroyar tosaði í morgun við Camilla Cornelius, fjølmiðlafólk í Danske Spil, sum upplýsir at vinnarin ynskir at vera fullkomiliga dulnevndur. Tí verður kyn og aldur ikki upplýstur.

Sambært fjølmiðlafólkinum var vinnarin bangin fyri at avdúka seg sum eigara av teimum 15 milliónunum, og tordi tí ikki at fara inn í Kiosk Activ, har seðilin varð keyptur.

Tað ganga nakrar vikur áðrenn nýklækti millióningurin fær allar pengarnar á kontuna, men í fyrsta umfari hevur hann fingið 200.000 av samlaðu upphæddini útgoldnar, upplýsti Danske Spil fyri morgunsendingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder