Tað er nú hálvt annað ár síðani ferðslulógin varð herd, viðvíkjandi nýtslu av fartelefon í bilinum. Umframt at bótin er farin úr 1.000 krónur upp í 1.500 krónur fært tú nú eisini klipp í koyrikortið fyri nýtslu av allari handhildnari elektroniskari útgerð í bilinum. Til dømis fartelefon, teldli, ella snild-uri.
Tað er enn tíðliga at siga við vissu, hvørja langtíðarávirkan lógarbroytingin fer at hava. Fyrstu tølini siga, at nógv færri vóru tikin fyri hetta brotið fyrstu tíðina eftir at lógin varð herd (tann 29. maj 2024), og at talið nú er á veg upp aftur, skrivar Ráðið fyri ferðslutrygd í tíðindaskrivi.
Seinastu árini hevur politiið skrásett hesi brot á handhildna fartelefon (og aðra elektroniska útgerð) í bilinum:
2021: 295
2022: 418
2023: 339
2024: 155
2025: 82
2026: 152 (fyrstu 10 mánaðirnar)
Tølini siga ikki allan sannleikan
Hesi tølini siga tó ikki allan sannleikan um, hvørt bilførarar hava broytt atburð. Tí tey siga eins nógv um, hvussu nógva orku politiið hevur havt at kanna, um bilførarar brúka fartelefon í ferðsluni, vísir Ráðið fyri ferðslutrygd á.
Sambært ferðslupolitinum er kenslan ikki, at lógarbroytingin hevur fingið føroyskar bilførarar at leggja telefonina frá sær - enn. Men heldur er atburðurin broyttur eitt sindur, í mun til hvussu hon verður brúkt.
Karl Leonsson, leiðari av ferðsludeildini hjá politinum, sigur soleiðis:
– Vit síggja at fólk í størri mun hava telefonina í fanginum. Tað er heilt týðuligt at eyguni hyggja niðureftir, heldur enn eftir ferðsluni. Helst tí tey tosa, ella lesa/skriva tekstboð. Kanska halda tey, at tað er verri hjá politinum at uppdaga tey, tá telefonin ikki verður hildin upp fyri oyrað. Men tá tú hyggur niður í fangið, hyggur tú ikki eftir tí, sum hendir í ferðsluni, og tað kann skjótt vera vandamikið.
Gongdin møguliga við at venda
Hyggja vit hinvegin eftir hvussu nógv ferðsluóhapp við fólkaskaða politiið skrásetir, so sær hinvegin út til, at gongdin møguliga er við at venda.
Seinastu umleið 15 árini hevur árliga talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða mestsum staðið í stað. Men í ársfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri 2025 sæst eitt varligt bjartskygni, tí triðja árið á rað er talið ikki hægri enn árið fyri.
Seinastu árini hevur politiið skrásett hesi ferðsluóhapp við fólkaskaða á føroysku vegunum:
2021: 28
2022: 33
2023: 29
2024: 27
2025: 27
2026: 21 (fyrstu 10 mánaðirnar
Átak um gáloysni
Ráðið fyri ferðslutrygd fer í samstarvi við Trygd og Betri trygging undir eitt átak um gáloysni í ferðsluni.
Við smáum filmum, sum verða vístir í sjónvarpi, biografi og sosialum miðlum, verður víst á, at tað gevur klipp í koyrikortið, um tú brúkar handhildnað elektroniska útgerð, meðan tú koyrir bil.
Fært tú trý klipp innan trý ár, missir tú koyrikortið og tað kann fáa keðiligar avleiðingar fyri gerandisdagin. Fyri nýggjar bilførarar eru reglurnar strangari. Tú missir koyrikortið, um tú fært tvey klipp innan trý ár.
Átakið byrjar í dag, 9. november og heldur fram í tvær vikur. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.
Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd síggjast góð ráð til bilførarar, sum verða freistaðir at hyggja í fartelefonina, meðan teir koyra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald