Mentan

Føroysk rokksøga í KVF

Í nýggjari dokumentarstuttrøð í Kringvarpi Føroya fáa vit søguna um føroyska orkestrið Straight Ahead og gávaða oddamannin Jørgin Dahl

2024-05-06 15:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru nú liðin júst hálvthundrað ár, síðan Straight Ahead purraðu føroyingar út til eina nýggja tíð í føroyskum popp- og rokktónleiki. Í november 1974 tóku teir øll á bóli við minniligu frumútgávuni - hini gulu stakplátuni við sangunum "Komið øll við" og "Upp á gólv ("Oman í dansin").

Her hoyrdist helst á fyrsta sinni modernaður føroyskur rokkur - á føroyskum. Sangirnir osa av øllum tí, sum andar á okkum av altjóða musikkpallinum um somu tíð. Hetta eru kátir og lívsjáttandi sangir, sum raka plett hjá føroyskum ungdómi.

Tað eru blaðungir klaksvíkingar, sum manna Straight Ahead. Í 1974 eru teir 19 og 18 ára gamlir. Sangari og sangskrivari er Jørgin Dahl. Útgávan varskógvar eitt nýbrot í føroyskum tónleiki.

Komandi árini letur bólkurin frá sær aðrar single-og EP-plátur, og í 1978 kemur tiltikna LP-plátan - á mannamunni nevnd Veðraplátan. Hon er fyrsta heildarútgáva í Føroyum við rokktónleiki, sum manningin sjálv hevur skrivað. Veðraplátan verður roknað sum ein av varðunum í føroyskari rokksøgu. Men høvuðsverkið er samstundis svanasongurin yvir legandariska bólkin, ið gavst at spæla longu áðrenn Veðraplátan kom út um jóltíðir 1978.

Í hesari fyrru sendingini fáa vit søguna um upprunamanningina í Straight Ahead - Jørgin Dahl, Heri Ellingsgaard, Edward Ziska, Archie Black og Agnar Joensen. Teir eru javnaldrar, grannar á Vágsheygnum og har um vegir, og floksfelagar. Allir uttan Jørgin búgva framvegis í Klaksvík. Jørgin hevur verið útiseti í brátt fjøruti ár.

Jubileumsfepur

Straight Ahead vóru bara til í fimm ár. Teir góvust í 1978. Pláturnar vórðu útseldar so hvørt sum tær komu út, men ongantíð endurútgivnar. Sangirnir hava tí ikki verið tøkir í mong ár. Tað hevur ljóðað, at gravgangur er eftir teimum eintøkum, sum tøk eru, og at Veðraplátan verður seld í dýrum dómum. Og mongu tiltøkini í næstum munnu vera besta dømi um, at bólkurin ikki er gloymdur.

Í Varpinum í Klaksvík verða heiðurskonsertir fyri Straight Ahead, plátufelagið Tutl fer at leggja allan tónleikin hjá Straight Ahead út á talgildu pallarnar, útselda Veðraplátan verður endurútgivin sum LP-pláta, og tveir spildurnýggir sangir hjá Jørgin Dahl, sum Óli Poulsen og Graham Stewart hava lagt til rættis og tikið upp, eru leysgivnir.

Og so er tað dokumentariska stuttrøðin í KVF - "Komið øll við" - sum Suni Merkistein og Hans Petur Hansen hava gjørt. Fyrri partur, sum er um 40 minuttir, verður sendur Kristi himmalsfaradag klokkan 20:00, og seinni parturin, sum er um ein tíma til longdar, verður sendur hóskvøldið 16. mai klokkan 19:30.

Les eisini: Jørgin Dahl gevur út nýggjan tónleik

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder