Mentan

Føroysk listafólk bjóða grafisku listini av

Framsýningin ”Spor, ið verða til - Nýggjur føroyskur grafikkur” verður at síggja í Norðurlandahúsinum í døgunum 8. – 23. oktober

2022-10-03 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvat er grafikkur? Hendan spurning hava átta føroysk listafólk sett sær fyri at kanna og bjóða av í framsýningini ”Spor, ið verða til - Nýggjur føroyskur grafikkur”.

Á framsýningini eru verk, sum umboða alt frá siðbundnum etjingum til talgild prent og fleiri metra høgar samansettar installatiónir.

Listafólkini handan verkini eru Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Sigrun Gunnarsdóttir, Kári Svensson, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Rannvá Holm Mortensen og Bárður Dal Christiansen. Eva Furseth hevur kuraterað.

Framsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum 8. oktober, klokkan 15. Hon er opin fram til 23. oktober. Til ferniseringina fara Lena og Niclas at framføra, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder