Innanlands

Føroysk kvinna dømd fongsulsrevsing fyri telefonsvik

Ein føroysk sjúkrasystir er dømd í Danmark fyri at hava snýtt fyri fleiri milliónir

Hanna Christina Gærdum Matras (Mynd: TV2)

Hanna Christina Gærdum Matras (Mynd: TV2)

2026-01-12 21:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dómur fall í dag í higartil størsta danska málinum um telefonsvik.

Hanna Christina Gærdum Matras úr Klaksvík er funnin sek í øllum seks ákærunum, sum eru í málinum. Tað skrivar TV2.

Hon skal rinda sakarmálskostnaðin umframt 1,84 milliónir krónur til ein av teimum, sum hon er dømd at svika. Og innan 14 dagar skal hon rinda 6,7 milliónir krónur til ein annan, sum hon eisini er dømd at svika.

Hanna Christina Gærdum Matras skal í telefonsamrøðu saman við øðrum gerningsmonnum hava sagt seg vera frá løgregluni, og lokka pening frá fólki - tilsamans fyri tíggju tals milliónir.

57 ára gamla sjúkrasysturin og verji hennara hava kært dómin við kravi um frídøming, men hon verður sitandi í varðhaldi, tí tað ikki er vissa fyri, at hon fer at gera tílíkt aftur, um hon sleppur leys.

Málið verður eisini lýst í dokumentarsendingini "Den falske politikomissær" hjá TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder