Mentan

Føroysk jólagudstænasta í Oslo

Sunnudagin verður árliga føroyska jólagudstænaastan í Oslo

Njál Djurhuus heldur taluna undir gudstænastuni

Njál Djurhuus heldur taluna undir gudstænastuni

2022-11-18 15:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 20. november verður árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo.

Gudstænastan, sum byrjar klokkan 15, verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30 í Oslo. Hendan kirkjan hevur verið brúkt til føroysku jólagudstænastuna í fleiri ár.

Gudstænastan, sum vinafelagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, hevur verið hildin á hvørjum ári siðani fyrst í nítiárunum.

Tað verður Njál Djurhuus sum skal halda taluna undir gudstænastuni. Kirkjukaffi er aftaná gudstænastuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder