Innanlands

Føroyingar ymiskir á máli um kistur

Næstan helmingurin av teimum sum hava atkvøtt vilja hava hvíta kistu. Hinvegin hava 20 prosent einki ímóti at ómálað kista verður brúkt til teirra jarðarferð, meðan 31 prosent ivast

Mynd: Gravarhjalp.fo

Mynd: Gravarhjalp.fo

2021-03-14 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er í Blaðnum Vikuskifti at Bødvar Hjartvarsson, snikkari, setur spurnartekin við hví at kalla allar kistur, sum verða brúktar í Føroyum, eru hvítar.

Á Portalinum í gjár høvdu vit eina atkvøðugreiðslu, og tá klokkan fór av 15 seinnapartin í dag, vóru tað fleiri enn 3000 sum høvdu atkvøtt.


Siðvenja er at brúka hvítar kistur í Føroyum, men okkurt bendir á, at tað eru føroyingar sum einki høvdu havt ímóti einari ómálaðari kistu eitt nú. 48 prosent hava svara, at tey ynskja hvíta kistu til sína jarðarferð. 21 prosent hava svarað, at tey halda at ein ómálað kista skal brúkast tá tey skulu á sína seinastu ferð.

Hinvegin eru tað heili 31 prosent sum ikki siga seg vita.

Greinin við Bødvari Hjartvarsson kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder