Innanlands

Føroyingar sleppa nú undan at søkja um svenskt koyrikort

Føroyingar í Svøríki sleppa nú undan at søkja um svenskt koyrikort og kunnu halda fram at brúka føroyska koyrikortið

Mynd: fmr.fo

Mynd: fmr.fo

2021-02-15 15:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenska stjórnin hevur gjørt undantak í koyrikortlógini, soleiðis at føroyingar ikki longur noyðast at skifta til svenskt koyrikort fyri at kunna halda fram at koyra í Svøríki.

Higartil hava føroyingar annars brúkt føroyska koyrikortið tað fyrsta árið, teir vóru búsitandi í Svøríki, men síðani noyddust teir at søkja um svenskt koyrikort, tá teir høvdu búð í landinum í meira enn eitt ár. Men hetta kravið fór úr gildi 1. januar 2021, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Føroyingar, sum búgva, arbeiða ella lesa í Svøríki, sleppa sostatt at halda fram at brúka føroyska koyrikortið á svensku vegunum.

Føroyar hava í nógv ár trýst á sviar um at sleppa hesum kravinum um, at føroyingar skulu útvega sær svenskt koyrikort, og nú hevur svenska stjórnin so avgjørt at strika kravið.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fegnast um, at føroyska koyrikortið loksins verður javnsett við tað svenska koyrikortið, og at tað nú gerst lættari hjá føroyingum at koyra bil í Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder