Innanlands

Føroyingar hava rós uppiborið

Tamarhald er á støðuni tí borgarar hava fylgt tilráðingunum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-12 09:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Støðan er álvarsom, kanska ikki hjá okkum enn, men sanniliga uttanum okkum. Støðan er fyrst og fremst undir tamarhaldi, tí borgarar hava fylg teimum tilráðingum, sum myndugleikarnir hava givið, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Borgararnir hava stórt rós uppiborðið fyri hetta, segði løgmaður.

Nú ræður um at halda fast, tí tað kann vera at støðan broytist komandi dagarnar, segði løgmaður.

Føroyskir myndugleikar hava sett ógvuslig tiltøk í verk. Alt alment virksemið verður lagt stilt frá mánadegnum. Millum annað skúlar og dagstovnar lata aftur.

Enn hava bara tveir føroyingar fingið staðfest coronasmittuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder