Innanlands

Føroya Tele ávarar móti følskum telduposti

Svarið ikki spurnarblaðnum, ávarar føroyski televeitarin

2019-12-16 14:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit skulu gera vart við, at vit IKKI eru sendarin av hesum boðum.

Soleiðis ljóðar ein ávaring, sum FøroyaTele júst hevur sent út á Facebook og øðrum sosialum miðlum.

Talan er um eina fráboðan, skrivað á donskum, sum byrjar ”Kære Føroya Tele Bruger...”. Í boðunum verður sagt, at tú ert trektur sum vinnari av einum vinningi, og tú verður biðin um at svara einum spurnarskjali fyri at fáa vinningin.

- Talan er um spamm og má ikki svarast, ljóðar ávaringin frá Føroya Tele. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder