Mentan

Føroyar skrásettar sum "location"

Á IMDb eru Føroyar nú skrásettar sum eitt av upptøkustøðunum til nýggja James Bond-filmin "No Time to Die"

Skíggjamynd/IMDb

Skíggjamynd/IMDb

2019-10-07 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani frættust tíðindini um, at stunt-upptøkur til nýggja James Bond-filmin skuldu gerast í Føroyum, og nú eru Føroyar eisini skrásettar sum location (upptøkustaður) á IMDb-heimasíðuni, sum er millum størstu amboðini at leita sær fram upplýsingar um film. Tað skrivar Birgir Kruse á sínum miðlabloggi.

[object Object]
Skíggjamynd: IMBd

Upptøkur til nýggja James Bond filmin, sum hevur fingið heitið "No Time to Die", vórðu eisini gjørdar í m.a. Pinewood Studios í Onglandi, og tað vakti ans í summar, tá eitt vakmyndatól varð funnið inni á konufólkavesinum í Pinewood Studios undir upptøkunum.

Les eisini: Maður setti fjalt myndatól upp á konufólkavesinum

"No Time to Die" verður frumsýndur í Havnar Bio 2. apríl 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder