Innanlands

Føroyaflokkurin fleiri enn 400 undirskriftir

400 av teimum 800 undirskriftunum fyri at stilla upp til løgtingsvalið eru komnar í hús. Á Countryfestivalinum um vikuskiftið vóru fleiri, sum skrivaðu undir

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-17 21:28 Author image
Sverri Egholm

- Minni skrivstovuveldi, lægri skatt og meira frælsi.

Gongur, sum Hjalmar Zachariassen úr Hvannasundi ætlar, so stillar ein nýggjur flokkur við navninum Føroyaflokkurin upp til komandi løgtingsval við hesum endamálunum.

Ætlanin var annars slept, tí Hjalmar Zachariassen fór upp í hin nýggja flokkin, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, men tók seg fyri stuttum úr aftur.

[object Object]Hjalmar Zachariassen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nú er flokkurin so komin í helvt við undirskriftasavnanini, og hevur fingið góðar 400 undirskriftir av teimum 800, sum skulu til fyri at kunna stilla upp.

Millum annað varð eitt gott hál gjørt á Countryfestivalinum um vikuskiftið, sigur stovnarin av flokkinum, Hjalmar Zachariassen.

placeholder
placeholder