Mentan

Føroya størsta tónleikaveitsla verður í kvøld

Í kvøld verður Faroe Music Awards – FMA – í Norðurlandahúsinum, har tíggju virðislønir skulu latast

Millum tey, sum fara at framføra í kvøld eru Brimheim, Vágaverk, kórið Silvitni,
Guðrið Hansdóttir, Konsørn og Steintór Rasmussen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Millum tey, sum fara at framføra í kvøld eru Brimheim, Vágaverk, kórið Silvitni, Guðrið Hansdóttir, Konsørn og Steintór Rasmussen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

2023-03-11 11:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld verður ársins Faroese Music Awards, har bestu føroysku tónleikaavrikini verða heiðrað.

Heili tíggju ymiskar virðislønir latnar í kvøld, og av teimum tíggju eru sjey virðislønir, ið hava tilnevningar.

Virðislønirnar, ið ikki hava tilnevningar, eru: Eksportvirðislønin, Ársins Tónleikaheiður og Ársins Útvarpshitt. Hesar verða avdúkaðar á FMA í kvøld. Tó varð Ársins Útvarpshitt avdúkað í Góðan Morgun Føroyar í gjár, tá tað vísti seg, at føroyingar valdu Send mær meira pengar hjá RSP, sum Ársins Útvarpshitt. Teir fara eisini at framføra á kvøldinum.

FMA byrjar kl. 19 í Norðurlandahúsinum, og í ár er gjørligt at keypa sær atgongumerki til tiltakið. KVF byrjar at senda kl. 20, og tað verður eitt sindur forskotið.

Fleiri bólkar fara at framføra á kvøldinum, m.a. Brimheim, Vágaverk, kórið Silvitni, Guðrið Hansdóttir, Konsørn og Steintór Rasmussen.

Hesar eru tilnevningarnar:

Ársins útgáva:
Ivaveður – Vágaverk
Gult Myrkur – Guðrið Hansdóttir
Can't Hate Myself Into A Different Shape – Brimheim
For The Blue Sky – Frum
If I made you cry, I'm sorry – Lea Kampmann

Ársins lag:
Síggja av nýggjum – Marius Ziska
Send mær meira pengar – RSP
Ballast millum maðkar – Æðrasoppar
I Should Have Known Better – Tamara
Spotlight – Ester Skála

Ársins kompositión:
Kári Jacobsen – Vælsignaðir barnaskógvar
Madsen & Egilstrøð – Beinta: Departure
Klingra – Eitt minni
Yggdrasil – "Ichski" á Timint Areh
Oddur Joensen – Jazzmanian Devil

Ársins útgáva/konsert:
Beinta – Madsen & Egilstrøð
Akkordeon & Violin – Anna & Angelika
In a Field – Eli Tausen á Lava
Ælaveður – Pauli í Sandagerði
Føroya Symfoniorkestur, heystkonsert – Mattias Kapnas framførir klaverkonsert hjá Kristiani Blak

Ársins spíri:
RSP
Æðrasoppar
Ari Hammer Joensen
Eyði Højsted Horsdal
iKai

Tekstur:
Urd Johannesen – útgávan Rangvørg hjá Biritu Poulsen, Kára Jacobsen og Urd Johannesen
Lív Maria Róadóttir Jæger – útgávan Gult Myrkur hjá Guðrið Hansdóttir
Elinborg Pálsdóttir – útgávan Vera hjá Elinborg

Visuellur samleiki:
Reiley
Einangran
Joe and the Shitboys

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder