Innanlands

Føroya Pedagogfelag hevur 40-ára stovningardag

Í hesum sambandi verður bókaútgáva, um søgu felagsins, og hátíðarhald í Perluni í Tórsgøtu í morgin frá klokkan 17. Uni Arge hevur skrivað bók um fealgssøguna og leggur fram - Guðrun Sólja Jacobsen hevur framførðslu

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-31 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, mikudagin 1. juni 2022, eru júst 40 ár liðin, síðan Føroya Pedagogfelag varð stovnað á Verkstaðnum Vón á Argjum.

Í hesum sambandi verður serstakt hátíðarhald í Perluni í Tórsgøtu í morgin, har millum annað bókaframløga er á skránni. Hesum boðar Pedagogfelagið frá. 

Tað er Uni Arge, journalistur, ið hevur skrivað bók um felagssøguna hjá Føroya Pedagogfelag.

[object Object]Uni Arge hevur skrivað bók um felagssøguna og leggur fram í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Bókin verður løgd fram á tiltakinum, sum verður frá klokkan 17 til klokkan 19. Jógvan Philbrow, formaður, bjóðar vælkomin, og høvundurin greiðir frá arbeiðinum við bókini.

Tónleikaligu innsløgunum stendur Guðrun Sólja Jacobsen fyri, og okkurt ábit verður, skrivar Føroya Pedagogfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder