Mentan

Forlagið Leirkerið við nýggjari bók

Í 2019 gav Leirkerið út bókina ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti’, og nú er ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti’ komin

2022-12-03 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2019 gav Leirkerið út bókina ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti’, og nú boðar forlagið frá, at  ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti’ er komin.

Høvundur er amerikanski bíbliulærarin og rithøvundurin, Warren Wiersbe, og Páll á Lakjuni týddi til føroyskt.

Sum heitið á bókini sigur, hevur hon stutt brot um hvønn kapittul í Gamla Testamenti. Hetta er fyrri partur – 1. Mósebók til Ester. Bókin hóskar eisini væl sum andaksbók, skrivar forlagið í tíðindaskrivi.

Bókin er 491 blaðsíður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder