Innanlands

Ford nógv mest seldi bilur

40 fordbilar fóru um diskin í november, og í ár eru tilsamans 330 bilar av slagnum Ford seldir. Samlaða sølan av bilum í mun til í fjør er nakað lægri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-02 19:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani 2017 hevur Volkswagen, sum Bilasølan á Vegnum Langa hevur umboð uppá verið mest seldi bilur í Føroyum, men nú er støðan broytt.

Seinasta árið eru seldir flestir bilar av slagnum Ford, sum Wenzel í Akranesgøtu umboðar.

Í november mánað vórðu heili 40 nýggir Fordbilar seldir, og samlaða talið fyri amerikanska bilmerkið Ford kemur upp á 330.

Næstmest seldi bilur í november var Volkswagen við 28 bilum, og týska merkið er eisini næstmest seldi bilur í árinum við 285 bilum.

Hóast nógvir bilar vórðu seldir síðsta mánað, so er sølan av bilum nakað lægri í mun til árið í fjør. Sambært tølunum hjá Akstovuni eru higartil 225 bilar færri seldir í ár enn sama tíðarskeið í fjør, sum gevur eina minking uppá 8,64 prosent.

Tilsamans 2598 bilar eru seldir í 2020 í mun til 2953 fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør.

Seld akfør í november
1. Ford (40 bilar)
2. Volkswagen (28 bilar)
3. Renault (21 bilar)
4. Toyota (21 bilar)
5. Kia (15 bilar)
6. Volvo (15 bilar)
7. Mercedes-Benz (14 bilar)
8. Mazda (9 bilar)
9. Suzuki (7 bilar)
10. *Brenderup (6 vognar)

*Brenderup er slag viðfestisvognum.

Seld akfør í 2020
1. Ford (330 bilar)
2. Volkswagen (285 bilar)
3. Toyota (252 bilar)
4. Renault (198 bilar)
5. Kia (176 bilar)
6. Volvo (130 bilar)
7. Mercedes-Benz (128 bilar)
8. Brenderup (111 bilar)
9. Nissan (102 bilar)
10. Citroen (87 bilar)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder