Innanlands

Fór 70 metrar av vegnum

Týskur ferðamaður fór av vegnum úti á Trøð í Sandavági. Steðgaði bilurin ikki har, hevði hann ivaleyst endað á sjónum

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2018-07-09 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk seint seinnapartin fráboðan um, at týskur ferðamaður hevði koyrt av vegnum úti á Trøð í Sandivági.

Úti á trøð er vegurin ávegis til Trøllkonufingur. Jn.fo, sum eisini hevur myndir, skrivar at týskarin helst ikki hevur varnast, at vegurin endaði, og hevur koyrt av vegnum.

Bilurin fór einar 70 metrar av vegnum, og hevði hann ikki steðga har, hevði hann helst enda á sjónum.

Miðvágs- Sandavágs sløkkilið og løgreglan vóru á staðnum og fingu bilin upp aftur. Eingin mansskaði stóðst av hendingini, veit jn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder