Innanlands

Fongslaður fyri harðskap

Fýra mans eru skuldsettir – ein teirra, útlendingur, er fongslaður

2021-07-14 20:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður í fýratiárunum var í dag fongslaður í fýra vikur í sambandi við eitt harðskapsmál, sum hendi uttan fyri eitt gistingarhús í Havn í gjárkvøldið.

Grundlógaravhoyring var í dag. Fýra mans tilsamans eru skuldsettir fyri harðskap í sambandi við hendingina í gjárkvøldið, og løgreglan gjørdi av at stilla ein teirra fyri dómara, sum gjørdi av at maðurin skal varðhaldsfongslast í fýra vikur.

- Orsøkin til at hesin eini verður fongslaður er deils, at maðurin hevur eina tyngjandi fortíð. Maðurin er ikki føroyingur, og tí varð avgjørt at royna at fáa hann fongslaðan til tess at tryggja okkum, at hann verður tøkur, tá klárt er at fara í rættin við málinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder