Innanlands

Fólkaskúlin á breddan á Námsvísindadeildini í morgin

Valfundurin byrjar klokkan 15.15 í morgin, hósdagin 1. desember. - Vit geva valevnum ein pall til júst at seta fólkaskúlan á skrá. Ongir tunlar, loysing ella samband, bara fólkaskúlin, skrivar Føroya Lærarafelag

Felagið metir, at skúli, útbúgving og vitan eru týdningarmikil evni at taka fram í valstríðnum. Skipað veðrur fyri valfundinum her, í aulini á Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum

Felagið metir, at skúli, útbúgving og vitan eru týdningarmikil evni at taka fram í valstríðnum. Skipað veðrur fyri valfundinum her, í aulini á Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum

2022-11-30 08:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fólkaskúlin er grundin undir vælferðarsamfelagnum. Tað halda vit undirritaðu, sum hósdagin 1. desembur kl. 15.15 - 17.00 skipa fyri valfundi um fólkaskúlan í auluni á Námsvísindadeildini, har almenningurin og umboð fyri allar politisku flokkarnar eru boðin við.

Hetta skrivar Føroya Lærarafelag í skrivi um valfundin, sum verður seinnapartin í morgin. 

Felagið, ið er næstelsta fakfelag í landinum, metir, at skúli, útbúgving og vitan eru týdningarmikil evni at taka fram í valstríðnum. Tískil verður skipað fyri fundinum; so at kjak um fólkaskúlan, og tey viðurskifti hann virkar undir, eisini verður

- Vit geva valevnum ein pall til júst at seta fólkaskúlan á skrá. Ongir tunlar, loysing ella samband, bara fólkaskúlin. 

Ætlanin er millum annað at spyrja, um fólkaskúli en vorðin eitt prosjekt hjá seráhugamálum í dagsins samfelag, ella um skúlin er trygdin fyri dannilsi, fólkaræði, samhaldsfesti og samfelagsmenning í komandi tíðum.

Valevni, umboðandi allar flokkarnar, ið stilla upp vera at hoyra í aulini á Námsvísindadeildini frá hósdegnum 1. desembur klokkan 15.15.

Birgir Kruse verður orðstýrari í morgin, og tiltakið verður stroymt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder