Innanlands

Fólkakirkjan gjørt nýggjan faldara til allar tilflytarar

Í gjár fekk Heðin Mortensen fyrsta eintakið, og faldarin er nú at fáa ymsastaðni kring landið

Marjun Lómaklett, integrasjónsprestur, saman við Heðini Mortensen, ið fekk fyrsta eintakið (Mynd: torshavn.fo)

Marjun Lómaklett, integrasjónsprestur, saman við Heðini Mortensen, ið fekk fyrsta eintakið (Mynd: torshavn.fo)

2021-07-13 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá ið tú flytur í eitt nýtt land, kunnu nógvir spurningar, nógv ivamál og nógvar avbjóðingar av ymsum slagi stinga seg upp.

Soleiðis byrjar nýggi faldarin, sum Fólkakirkjan hevur gjørt til tilflytarar, sum eru búsettir í Føroyum. Faldarin vísir í stuttum, hvat tilflytararnir kunnu brúka prestin til.

Marjun Lómaklett tók 1. februar við sum fyrsti integrasjónsprestur í Føroyum. Hon var í fleiri ár sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Í gjár var hon á gátt hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, har borgarstjórin fekk fyrsta eintakið av faldaranum, sum longu er at fáa í Snarskivuni á Vaglinum. Marjun hevur havt eitt gott samstarv við Tórshavnar kommunu og aðrar kommunur, síðani hon varð sett í starv 1. februar. Presturin hevur eitt nú vitjað Kvøldskúlan, har tilflytararnir læra seg føroyskt, skrivar torshavn.fo

- Aðalmálið er at vera teimum, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga, so tey kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt, sigur Fólkakirkjan um nýggja faldaran

Integrasjónspresturin heldur til beint við Havnará, har skrivstovan er opin hósdagar frá klokkan 14-16. Í faldaranum ber til at kunna seg nærri um virksemið hjá Marjuni Lómaklett.

Í dag hevur Marjun Lómaklett eisini verið á vitjan hjá Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík, við faldaranum.

[object Object]
Mynd: klaksvik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder