Innanlands

Fólk streyma inn í Runavík

Valluttøkan á stóra valstaðnum hevur allan dagin ligið á hægri prosenttalið, enn hon gjørdi í 2016, og nú eftir klokkan fýra hevur allatíðina verið ein bíðirøð. 35,5 prosent høvdu atkvøtt klokkan 16

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-11-10 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2240 fólk hava valrætt til valstaðið í Runavík, ið er í ítróttarhøllini við Løkin. Tað er greitt tað størsta valstaðið í kommununi, sum hevur 15 bygdir, og har 3049 fólk hava valrætt.

Tað næststørsta valstaðið er á Skála, og á lista C eru bert fólk, ið búgva á Skála. Listi D er ein borgaralisti, har valevnini eru úr ymsum støðum í kommununi. Á Listi A er størsti listin, og har er millum annað Torbjørn Jacobsen, sitandi borgarstjóri. Á lista B eru valevnini búsitandi í Søldarfirði ella Skipanesi. 11 valevni koma í býráðið.

Sí teir fýra listarnar við teimum samanlagt 39 valevnunum, umframt myndir frá valstaðnum, niðast

Portalurin kom á staðið klokkan 16, og næstan líka síðani hevur verið bíðirøð í høllini, og hetta hongur allarhelst saman við, at tað nú er beint eftir vanliga arbeiðstíð. Annars hevur talan verið um ein javnan streym ígjøgnum dagin. Tað upplýsir Leivur Højgaard, valstýrisformaður. Hann sigur eisini, at valluttøkan á hevur allan dagin ligið á hægri prosenttalið, enn hon gjørdi í 2016. Tá klokkan var fýra, høvdu 794 fólk greitt atkvøðu við Løkin. Tað er 35,5 prosent av teimum, sum hava valrætt, og 1,3 prosent fleiri enn um somu tíð í 2016. 121 fleiri fólk hava valrætt hesuferð til valstaðið í Runavík..

Við borðið verður sagt, at tað helst verður liðugt at telja upp umleið klokkan 22. Síðani skulu atkvøðurnar leggast saman við teimum, sum koma av hinum valstøðunum í Runavíkar kommunu. 3049 fólk hava valrætt í kommununi. Í 2016 høvdu 2904 fólk valrætt.




RUNAVÍKAR KOMMUNA

Listi A
1. Elin Klein Joensen, smoltrøktari, Oyndarfjørður
2. Heri Sigurd Lamhauge, kundaráðgevi, Saltangará
3. Hilmar Sam Lamhauge, Retail leiðari, Glyvrar
4. Jastrid Weihe, námsfrøðingur, Runavík
5. John Andersen, sølumaður, Saltangará
6. Kaja Joensen, kundaráðgevi, Saltangará
7. Kristian Gaardbo, goymslumaður, Runavík
8. Lasse Klein, roknskaparhaldari, Saltangará
9. Rúni Jacobsen, skipari, Saltangará
10. Sonni Lamhauge Petersen, skrivstovumaður, Rituvík
11. Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðslufulltrúi, MHH Saltangará
12. Terje Beinar Vestergaard, lærari, Saltangará
13. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Glyvrar
14. Tóri Højgaard, løgfrøðingur, Rituvík
15. Vinjard Johansen, sølustjóri, Saltangará

Listi B
1. Petur Hansen, grafikari, Søldarfjørður
2. Elnar Rasmussen, skrivstovumaður, Søldarfjørður
3. Dávur Kunoy Høgnason, stjóri, Søldarfjørður
4. Faber Isaksen, asfaltør, Skipanes
5. Jytta Sundstein Nielsen, elektrikari, Søldarfjørður
6. Katrin Müller Absalonsen, bankafólk, Søldarfjørður
7. Álvur Elmarson Jacobsen, lærari, Søldarfjørður

Listi C
1. Arni Klein Abrahamsen, roknskaparleiðari, Skála
2. Bárður Kass Nielsen, roknskaparleiðari, Skála
3. Hans Jákup Johannesen, stjóri, Skála
4. Jonnhild Reynholdsdóttir, tannrøktari, Skála
5. Jóannes Prestá, fíggjarleiðari, Skála
6. Jørgin Thomsen, stýrimaður, Skála
7. Tórunn Weihe Steingrund, lærari, Skála

Listi D
1. Jógvan Andersen, stjóri, Skála
2. Harriet Olafsdóttir av Gørðum, sjálvstøðug vinnurekandi, Æðuvík
3. Annfinnur Garðalíð, fakfelagsformaður, Skála
4. Reidar Fríði Joensen, handverkari, Funningsfjørður
5. Jonhard Danielsen, sjómaður, Søldarfjørður
6. Margretha Højgaard Poulsen, fyrisitingarstarvsfólk, Runavík
7. Rósa Tyril Gaardlykke, sjúkrarøktarfrøðingur, Saltangará
8. Jan Nielsen, krambafólk, Saltangará
9. Pauli Poulsen, formaður, Skála
10. Aage Arnoldson, fíggjarumsitari, Glyvrar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder