placeholder
Uttanlands

Fólk sleppa at mótmæla í burka og niqab

Danska løgreglan ætlar ikki at revsa fólk, ið mótmæla nýggja maskuforboðið

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-01 07:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag fara mótmælisfólk í Keypmannahavn og Aarhus at lata seg í burka og niqab og onnur pløgg, ið fjala andlitið fyri at mótmæla nýggja maskuforboðið, sum fer í gildi í dag.

Við nýggja forboðnum verður man revsaður við bót uppá 1000 krónur, um man er í einum plaggi, ið fjalir andlitið. Men sambært varapolitiinspektørinum hjá ríkispolitinum, ætlar man ikki at revsa mótmælisfólkini.

Maskuforboðið rakar ikki mótmælisfólkini, tí tey hava rætt til at siga sína hugsan.

"Vit síggja hetta sum eitt viðurkenningarvert endamál við atliti til talufrælsi og rættin til at savna seg og mótmæla," sigur Benny Øchkenholt, varapolitiinspektørur við DR.

"Tá fólk mótmæla er vanligt, at tey boða frá tí áðrenn, og at eitt ávíst øki verður sett av til endamálið. So tí er munur á einum mótmælistiltaki og aðrar støður," sigur hann.

Tó noyðast mótmælisfólk at bíða við at fjala andlitið, til tey eru komin til sjálvt mótmælisøkið, og skulu tey beinanvegin lata seg úr plagginum, ið fjalir andlitið, tá mótmælistiltakið er liðugt, annars kann man verða revsaður við bót, leggur varapolitiinspektørurin afturat.

Les eisini: Danska løgreglan gjørt vegleiðing til maskuforboðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder