Uttanlands

Fólk í 130 londum biðin um at brúka munnbind

Alsamt fleiri lond heita á borgarar um at dekka nøs og munn, tá tey ferðast í almenna rúminum

Ferðafólk á Vága Floghavn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ferðafólk á Vága Floghavn (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-19 15:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At byrja við, tá koronasmittan fyrst breyt út, var tað bert í fáum londum, at munnbind vórðu roknað sum ein góð smittuverja, men støðan er broytt nakað síðani.

Um miðja mars viðmældu tíggju lond, at mann brúkti munnbind, og nú verður heitt á íbúgvar í 130 londum um at dekka nøs og munn fyri at minka um smittuvandan, bæði hjá sær sjálvum og øðrum, skrivar Ritzau.

Kjak hevur leingi verið um, hvørt mann eigur at nýta munnbind ella masku, sum tað eisini verður rópt. At byrja við mældi Heimsheilsustovnurin WHO ikki til, at frísk fólk brúktu munnbind, men í juni broytti stovnurin støðu.

Útfrá nýggjari gransking, heitti WHO á lond um at mæla sínum íbúgvum til at brúka munnbind í støðum, har nógv smitta er, og har tað er torført at halda frástøðu.

Í komandi viku verður tað krav í Fraklandi, at øll skulu brúka munnbind, tá tey eru stødd innandura í einum almennum staði.

Frá 24. juli verður nú eisini krav í Onglandi um, at fólk skulu ganga við munnbindi, tá tey eru til handils ella koyra við bussi ella tok.

Í Italia hava fólk leingi brúkt munnbind inni í handlum, bussum, tokum og á arbeiðsplássum. Í støðum, sum hava verið serliga útsett, hevur tað eisini verið krav, at fólk brúka munnbind, tá tey eru úti.

Í USA er spurningurin um munnbind vorðin ein politiskur spurningur. Republikanskir politikarar vilja eitt nú vera við, at eitt krav um munnbind ger seg inn á persónliga frælsið hjá einstaklinginum. 

Hóast hetta, er munnbind eitt krav í teimum flestu statunum. USA er eisini tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronasmittuni.

Í Føroyum er tað ikki eitt krav í almenna rúminum, men tó er tað neyðugt í summum førum. Eitt nú skulu ferðafólk bera munnbind á flogvøllinum og í bussinum av flogvøllinum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder