Mentan

FMA 2026 í Norðurlandahúsinum 6. mars

Spæl Føroyskt, sum áður hevur verið vikuna undan FMA, verður nú flutt til um heystið, og sostatt er eingin Spæl Føroyskt vika í mars

(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

2025-12-15 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

6. mars er aftur tíð at heiðra bestu avrikini innan føroyskan tónleik, og tað verður í Norðurlandahúsinum.

Faroese Music Awards (FMA) 2026 umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og virðislønahandanir, sum alt verður sent á KVF.

Hetta er fjórðu ferð, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarpi Føroya og Norðurlandahúsinum.

Atgongumerki eru sett til sølu á atgongumerki.fo í dag, skrivar Tónleikasamband Føroya.

Tónleikaframførslurnar á FMA verða kunngjørdar so við og við tær næstu vikurnar, men longu nú avdúka fyriskipararnir, at framførslur frá Elinborg, Byrta og Sakaris eru á skránni.

Spæl Føroyskt flutt
Spæl Føroyskt hevur áður verið vikuna undan FMA, men tað verður nú broytt.

Tónleikasamband Føroya hevur, saman við Kringvarpið Føroya avgjørt, at Spæl Føroyskt skal flytast til um heystið.

Hetta merkir, at einki Spæl Føroyskt verður í mars 2026, men heldur 5.-11. oktober 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder