Uttanlands

Flogskiparar bardust í flogfarinum

Sambært frágreiðing hjá franska flogtrygdareftirlitinum BEA verða allar trygdarreglurnar ikki fylgdar av flogskiparunum hjá Air France

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-29 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir flogskiparar hjá franska flogfelagnum Air France eru fyribils sendir heim, eftir at teir bardust í stýrihúsinum undir einari flogferð millum Paris og Geneve í juni.

Hetta hendi, stutt eftir, at flogfarið var farið í luftina. Tað eydnaðist flogtænastufólkum at steðga bardaganum, og tað, sum eftir var av túrinum, var eitt flogtænastufólk inni í stýrihúsinum saman við flogskiparunum. Flogfarið lendi trygt aftur, skrivar Ritzau.

Ein frágreiðing frá franska flogtrygdareftirlitinum BEA gevur ábendingar um, at nakrir flogskiparar hjá Air France ikki hava fylgt trygdarreglurnar.

Eisini verður ein hending nevnt frá 2020, har tað lak brennievni úr einum flogfari, meðan tað var ávegis úr Kongo til París. Her fylgdu flogskiparar ikki trygdarreglurnar, sum m.a. siga, at mann skal sløkkja streymin til nærmasta motor, og teir lendu heldur ikki, so skjótt teir høvdu møguleikan.

Umframt hetta verða aðrar líknandi hendingar nevndar í frágreiðingina.

Air France sigur í viðmerking til atfinningarnar, at flogfelagið nú fer at kanna málið. Men flogfelagið vísir eisini á, at tað hevur túsundatals flogferðir dagliga, og bert nakrar fáar hendingar verða nevndar í frágreiðingini hjá BEA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder