Uttanlands

Flogfar kolaðist upp stutt eftir lending

Tað eydnaðist at fáa øll 379 ferðafólkini út. Flogfarið rendi á eitt minni flogfar, sum skuldi út við neyðhjálp til tey neyðstøddu eftir jarðskjálvtan í Japan

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-02 11:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eldur kom í morgun, okkara tíð, í eitt stórt ferðafólkaflogfar á Haneda-flogvøllinum í Tokyo, tá tað rendi á eitt annað flogfar. 379 ferðafólk og manning umborð vórðu bjargað úr flogfarinum, men støðan hjá fimm ferðafólkum er óviss, skrivar japanska kringvarpið NHK.

Flogfarið hjá Japan Airlines rendi á eitt minni flogfar hjá sjóverjuni úti á breytini.

Flogfarið hjá sjóverjuni skuldi út til vesturstrond Japan við hjálp til tey neyðstøddu eftir jarðskjálvtarnar í gjár, sum higartil hava kostað 48 mannalív.

[object Object](Mynd: EPA)

- Knappliga fyltist flogfarið við royki og øll byrjaðu at skríggja á japanskum. Tá flogfarið lendið hugdi eg út gjøgnum vindeygað, og merkti at tað gjørdist heitt. So komu sløkkiliðsbilarnir og spulaðu upp á vindeyguni, greiðir ein 17 ára gamal svenskur drongur, sum var við flogfarinum, fyri blaðnum Aftenbladet.

Hann greiðir frá, at tað var ruðulleiki umborð, men at tað eydnaðust fólkunum at koma út úr flogfarinum, áðrenn eldurin veruliga tók dik á seg.

Myndir av flogvøllinum vísa sløkkiliðsfólk, sum royna at sløkkja eldin úti á lendingarbreytini, sum nú er stongd fyri flogferðslu.

Flogfarið kom frá Shin-Chitose lufthavnini á oynni Hokkaido, upplýsir eitt talsfólk fyri Japan Airlines. Haned-flogvøllurin í Tokyo er annar av tveimum lufthavnum hjá japanska høvuðsstaðnum. Hin liggur í býarpartinum Ota, sunnan fyri Tokyo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder