Innanlands

Fleiri ynskja at seta vindmyllur upp

Trý feløg bjóðaðu upp á Hoyvíkshagan og tvey á Eiði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-08-01 13:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag var freistin at koma við tilboðum upp á tvey útboð til vindorkuframleiðslu. Tað er Umhvørvisstovan, sum bjóðar út, og um ein mánaða fæst at vita, hvør fær uppgávuna.

Umhvørvisstovan bjóðar út eitt øki í haganum Suðurhelvt oman fyri Eiðisvatn, har ætlanin er at seta upp vindmyllulund at framleiða 18MW av elorku.

Tvey tilboð komu inn til hesa ætlan, frá Sev og frá Magn.

Hitt útboðið er verkætlanin, sum felagið Vindrøkt ætlar at gera saman við festaranum við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, ikki so langt frá núverandi vindmyllulundini hjá Sev.

Sambært elveitingarlógini skulu onnur eisini sleppa at geva eitt boð í slíkum føri, og inn eru komnar átta umsóknir. Umframt Vindrøkt, hava Magn og Sev eisini bjóðað. Men boðini eru komin inn í fleiri kombinasjónum, og tí er talan um átta boð til samans.

Tað upplýsti setti stjórin á Umhvørvisstovuni, Ari Johannesson, fyri Kringvarpinum á middegi. Kringvarpið visti eisini at siga, at Sev átti bíligasta boðið í báðum førum.

Men tað er ikki vist, at tað er tann bíligasti, sum fær boðið.

Ari Johannesson sigur við Kringvarpið, at Umhvørvisstovan nú fer at gjøgnumganga boðini og gera eina heildarmeting. Væntandi verður hetta arbeiðið liðugt um ein mánaða.

Feløgini, sum hava bjóða, hava møguleika at kæra avgerðina hjá Umhvørisstovuni, og tí ber ikki til nú at siga, nær farast kann undir at seta vindmyllurnar upp. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder