Innanlands

Fleiri ungdómstiltøk á Bókadøgum

Talan er um framløgur, upplestrar, viðgerðir o.a. Bókadagarnir í Norðurlandahúsinum byrja í morgin, mikudagin 16. november

Bøkur hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs verða viðgjørdar

Bøkur hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs verða viðgjørdar

2022-11-15 21:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadagarnar verða í Norðurlandahúsinum frá 16.-20.november, og í hesum døgunum er skipað fyri nógvum ymiskum bókementatiltøkum, sum viðgera bøkur og bøkmentir, ið er stílað til ungdómin í Føroyum.   

Ungu Føroyar skipa fyri triðmum tiltøkum við tveimum ymiskum rithøvundum. Bergljót á Skarði og Malena Weihe fara at viðgera leikritið hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Gentukamarið, sum hevur verið ógvuliga aktuelt, grunda Tjóðpallurin setti leikin upp. Gentukamarið verður ikki einasta bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, ið verður viðgjørd á Bókadøgum. Upplestur verður úr Karmageitin, ið er nýggja yrkingasavnið hjá Marjun, sum eisini hevur tí eyðkendu kvinnurøddina, ið rúmar bæði persónssøgu, ættarsøgu og heimssøgu. 

[object Object] 

Ungu Føroyar hava eisini skipað fyri framløgu og uppleystri av nýggju ungdómsskaldsøguni eftir Danial Viðoy, Rangstøða, ið framhald av bók hansara Tvístøða frá 2020

Les eisini: Nýggj ungdómsskaldsøga frá Daniali Viðoy

Beinir Bergsson og Búi Rouch fara at lesa upp úr føroyskum verkum, sum viðgera samkyndleika. Upplestrarnir fevna seg um styttri brot úr ymiskum verkum og verða tekstirnir lisnir upp í tíðarrøð fyri at vísa, hvussu ymiskt hetta evnið lýst. Byrjað verður við eldri tekstum so sum Ánaniasartátti og endað verður við Sólgarðinum 

Norðurlandahúsið

Sí eisini:
Fýra norðurlendskir rithøvundar vitja bókadagarnar
Nógvir føroyskir rithøvundar luttaka á bókadøgunum í næstu viku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder