Fleiri ung velja handilsvinnuna

Men tað kundu verið enn fleiri. Betri ansingarmøguleikar kundi fingið enn fleiri at valt handilsvinnuna, heldur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-15 21:05 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Tilgongdin av lærlingum hevur verið støðug síðani 2010. Tøl frá Yrkisdeplinum vísa tó eitt vaksandi tal av handilslærlingum seinastu árini. Frá 2010 til 2013 lá talið millum 40 og 45 um árið, og síðani hevur tað ligið millum 51 og 64 um árið. Higartil í ár eru átta lærlingar skrásettir, sigur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum.

Hon kundi tó hugsað sær fleiri lærlingar og yrkislærd, men nevnir vantandi ansingarmøguleikar.

Eitt, sum tó fær ung at velja yrkið frá, er tørvandi ansingarmøguleikar. Neyðugt er at kunna arbeiða til kl. 17.30, sum er vanlig afturlatingartíð hjá flestu handlum.

[object Object]Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Handilsvinnufelagið gjørdi í fjør átakið “Vit sum handla”, sum varð væl móttikið, og økti um áhugan og talið á fyrispurningum, sigur Eyðvør Berg.

- Haraftrat hava vit eitt árligt tiltak á Glasi, har handilsvinnan vitjar og greiðir frá um økið og møguleikar innan starvsøkið. Í ár fara vit so fyri fyrstu ferð eisini at fyriskipa tiltaki á Kambsdali. Hesi tiltøkini vóru - sum so mangt annað - avlýst síðsta vár, men vónandi fer tað at bera til í ár. Vit hava eisini verið við til onnur tiltøk, t.d. ”Greið frá tínum yrki”. Annars royna vit við jøvnum millumbilum at vera sjónlig á sosialu miðlunum, sigur forkvinnan í Handilsvinnufelagnum.

Øll greinin við forkvinnuna í Handilsvinnufelagnum kann lesast í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her. Í greinini kemur eisini fram, at korona trýstir prísirnar í Føroyum upp.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder