Innanlands

Fleiri skeinkistøð í Havn hava ikki fylgt tilmælinum um vikuskiftið

Fríggjadagin var talan um tvey skeinkistøð, og í nátt var talan um trý støð, sum høvdu opið aftaná klokkan 22

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2020-05-03 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nakað av fólki hevur verið at sæð í býnum um vikuskiftið, og í hesum sambandi er løgreglan eisini komin fram á fleiri skeinkistøð í Havn, sum ikki hava fylgt tilmælinum frá myndugleikunum.

Sambært tilmælinum, skulu skeinkistøð, matstovur o.a., fyri at minka um smittuvandan, lata aftur í seinasta lagi klokkan 22.

Bæði fríggjadagin og í gjár vóru fleiri skeinkistøð, sum høvdu opið aftaná klokkan 22, tó lótu tey framvegis aftur nógv fyrr enn vanligt. Fríggjadagin var talan um tvey skeinkistøð, og í nátt var talan um trý skeinkistøð.

Talan er um tilmæli, og hevur løgreglan tí ikki heimild at krevja, at støðini verða stongd, um tilmælið ikki verður fylgt, skrivar Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder