Innanlands

Fleiri nýggj nøvn á tjóðveldislistan

Suðurstreymur, Suðuroy og Sandoy hava kunngjørt síni valevni

Jensina Olsen, eitt av nýggju andlitunum á tjóðveldislistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jensina Olsen, eitt av nýggju andlitunum á tjóðveldislistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-15 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri av veljarafeløgunum hjá Tjóðveldi eru longu liðug við sína uppstilling til løgtingsvalið 8. desember.

Størsta felagið, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið, og hevur funnið fram til 13 fólk at seta á valevnislistan.

Núverandi løgtingsfólkini hjá felagnum stilla øll uppaftur. Tey eru Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Hervør Pálsdóttir.

Millum kend nøvn, sum eru komin afturat, kunnu nevnast fyrrverandi fólkaflokskvinnan og borgarstjórin, Annika Olsen, barnasjónvarpsverturin og sangskrivarin Jensina Olsen, fyrrverandi tíðindaleiðarin í KvF, Liljan Weihe, sum kláraði seg sera væl á fólkatingsvalinum og forkvinnan í Heimafriði, Trina Eysturoy.

Hini uppstillaðu eru Annita á Fríðriksmørk, Erling Eidesgaard, Jón Kragesteen, Ronnie Thomassen, Høgni í Stórustovu og Magni Arge.

[object Object]Sirið Stenberg og Dennis Holm

Eisini felagið í Suðuroy hevur boðað frá, hvørji koma at umboða tey á tjóðveldislistanum. Næstforkvinnan í flokkinum og næstvaldi á listanum seinast, Sirið Stenberg stillar uppaftur.

Tað serliga hesaferð er, at talan er um tveir vágbingar, sum vera á tjóðveldislistanum hesaferð, tí hin er Dennis Holm, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Vági.

[object Object]Páll á Reynatúgvu

Eisini á Sandoynni, eru tjóðveldisfólkini liðug við sína uppstilling. Og her verða tað tveir heimasandsmenn, sum stilla upp.

Núverandi løgtingslimurin, fyrrverandi tingformaðurin og borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu, stillar uppaftur.

Hin maðurin er Kristian Oskar Henriksen, kommunustýrislimur á Sandi, sum eisini stillaði upp til fólkatingsvalið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder