Faroe Ship og MTV-Byggivirkið hava í dag skrivað undir sáttmála um at byggja nýggjar bygningar á Skansabryggjuni, ið tilsamans verða 5.100m2 til støddar og sum koma afturat verandi 1.500m2 í Gráa Pakkhúsi.
Mortan Vang, stjóri á MTV-Byggivirkið, og Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, skrivaðu undir sáttmálan. Hesum boðar Faroe Ship frá í tíðindaskrivi í dag.
- Nýggju bygningarnir verða knýttur at verandi Gráa Pakkhúsi og koma í staðin fyri tað, sum í dag verður kallað Svarta Pakkhús. Svarta Pakkhús verður tikið niður í sambandi við umskipanina av økinum á Eystaru Bryggju.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/07/01/890x590/165668036176zg9rraee.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/07/01/890x590/1656680387e7rfsk5o1w.jpg)
Umskipanin av økinum á Eystaru Bryggju hevur eisini við sær, at Faroe Ship hevur ætlanir um at byggja nýggja høvuðsskrivsstovu í sama øki sum nýggju bygningarnir, og samráðingar eru við MTV-Byggivirkið um hesa verkætlanina.
Bygningarnir verða eftir ætlan lidnir á heysti 2023, skrivar Faroe Ship.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald