Uttanlands

Fleiri kynslig brotsverk framd mánadagin á Roskilde Festival

Tríggjar kvinnur hava meldað fyri neyðtøku og neyðtøkuroyndir

Roskilde Festival (Mynd: Scanpix)

Roskilde Festival (Mynd: Scanpix)

2018-07-03 20:29 Author image
Oda Strøm

Aftur í ár eru fráboðanir um neyðtøku og onnur kynslig brotsverk á vælumtókta Roskilde festivalinum.

Tríggjar ungar kvinnur hava meldað fyri neyðtøku og neyðtøkuroyndir mánadagin, skrivar DR.

 

Ein 24 ára gomul kvinna varð eftir øllum at døma neyðtikin, meðan hon fekk eitt "black-out" av at hava drukkið, og hinar báðar kláraðu at verja seg við at rópa og sparka frá sær, so tær sloppu undan brotsmonnunum, sigur danska løgreglan við DR. 

Allar kvinnurnur eru blivnar avhoyrdar, og danska løgreglan er í ferð við at kanna málini. 

Í fjør vórðu seks neyðtøkur meldaðar á Roskilde Festival, og árið fyri vórðu fimm neyðtøkur meldaðar, skrivar fyens.dk. 

 

placeholder
placeholder