Innanlands

Frederik Waage settur sum adjungeraður professari á Setrinum

Hetta í stjórnarskipanarrætti. Hann er professari á Syddansk Universitet

Setanin av Waage er liður í raðfesting hjá Fróðskaparsetri Føroya av rættarligari og parlamentariskari ábyrgd í løgfrøðigranskingini á Søgu- og samfelagsdeildini (Mynd: setur.fo)

Setanin av Waage er liður í raðfesting hjá Fróðskaparsetri Føroya av rættarligari og parlamentariskari ábyrgd í løgfrøðigranskingini á Søgu- og samfelagsdeildini (Mynd: setur.fo)

2026-04-08 19:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frederik Waage, professari á Syddansk Universiteti, er frá 1. februar 2026 settur sum adjungeraður professari í stjórnarskipanarrætti á Fróðskaparsetri Føroya.

Setanin av Waage er liður í raðfesting hjá Fróðskaparsetri Føroya av rættarligari og parlamentariskari ábyrgd í løgfrøðigranskingini á Søgu- og samfelagsdeildini.

Í hesum sambandi fer Frederik Waage saman við m.a. René Offersen, advokati, sum í seinastu donsku ríkisrættarsakini vardi Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra í Danmark, at halda fyrilestur á almennum symposium um ráðharrábyrgd og ríkisrættarskipanina.

Hetta tiltakið verður á Fróðskaparsetri Føroya 20. apríl - les meira um tað her.

Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder