Innanlands

Fleiri koyrdu ov skjótt í gjár

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar í høvuðsstaðarøkinum, í Eysturoynni og í Vágum, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-03-01 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin og um kvøldið í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna fleiri staðni í landinum, og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Á Glyvursvegi á Argjum, har bilførarar javnan verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, vórðu fimm bilførarar tiknir.

Mest loyvda ferðin á hesum vegnum er 50 kilometrar um tíman, men ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra 86 kilometrar um tíman, ein fekk klipp fyri at koyra 76, og tríggir fingu bót fyri at koyra millum 69 og 71 kilometrar um tíman, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Í Eysturoynni vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra 126 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

Eisini í Vágum varð ferðslan kannað, men har var bert ein bilførari, sum varð tikin fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan hann koyrdi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder