Innanlands

Fleiri harðskapsmál á ólavsøku

Sami maður var í tveimum harðskapsmálum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-30 09:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk um trý tíðina í nátt eina fráboðan um harðskap við støðina hjá Auto. Trý fólk vóru blivin álopin av einum manni, sum varð handtikin.

Løtu seinni komu boð at ein maður hevði fingið upp á kjaftin við Kaffihúsið undir Bryggjubakka. Tey vistu at siga hvør tað var, sum hevði sligið, og tað vísti seg at vera sami maður, sum stutt frammanundan var handtikin við Auto.

Tað sum ikki er greitt, er hvør bleiv sligin, so um onkur kennir seg aftur í at hava fingið eitt slag í høvdið uttanfyri Kaffihúsið ella veit hvat fór fram, eru tey vælkomin at boða løgregluni frá.

Beint fyri klokkan 5 í nátt var aftur fráboðan um harðskap. Tað var niðarliga Tróndargøtu í Havn, at tveir mans høvdu lopið á ein annan. Hesin triði maðurin fylgdist við unnustu sínari.

Hendingin varð filmað av einum vitni, og tí eru góð prógv í málinum. Løgreglan hevur enn ikki verið í sambandi við menninar sum lupu á men hetta verður fylgt upp í dag.

Klokkan hálvgun fimm í morgun kom ein maður á politistøðina í Havn, og ynskti at melda harðskap á einari ávísari adressu í Havn. Hann visti hvør tað var, sum hevði sligið. Maðurin var komin so mikið illa fyri, at hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder