Innanlands

Fleiri fingu bót í ferðsluni

Løgreglan tók í gjár fleiri, sum koyrdu ov skjótt ella brutu lógina á onkran hátt

Hámarksferðin á hesum strekkinum er 50 kilometrar um tíman. Kortini eru fleiri sum koyra skjótari enn tað (Mynd: Google Maps)

Hámarksferðin á hesum strekkinum er 50 kilometrar um tíman. Kortini eru fleiri sum koyra skjótari enn tað (Mynd: Google Maps)

2022-08-24 10:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri bilførarar vóru í gjár tiknir fyri at bróta ferðslulógina á onkran hátt. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at millum annað vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt á Skipanesi.

Hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, men tað kemur meira enn so fyri, at fólk koyra skjótt á strekkinum. Ein førari var tikin fyri at koyra 77 km/t, og ein annar fyri at koyra 93 km/t.

Í seinna førinum var talan um treytaða frádøming av koyrikorti, men av tí, at talan er um ein útlending, er hetta bara galdandi í Føroyum. Hann skuldi tó rinda bótina á staðnum.

Í einum øðrum føri - í gjárkvøldið - var ein maður tikin fyri at koyra við kenning millum Fjarða. Blóðroynd var tikin, og svar kemur um nakrar vikur.

Eisini var ein annar tikin fyri at koyra ávirkaður. Viðkomandi hevði rent á eitt elskáp í Norðurøkinum. Talan var ikki um rúsdrekka, men tað bar ikki til at siga um annað var uppi í leikinum.

Tá bloðroynd varð tikin, helt læknin, at maðurin kundi vera sjúkur. Maðurin var leyslatin og var við sjúkrabili koyrdur á Landssjúkrahúsið at vera kannaður nærri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder