2020-07-22 15:44
            
        
         
                
            Nú er fleiri enn 30.000 kanningar gjørdar í Føroyum.
Sambært nýggjast hagtølunum hjá Heilsumálaráðnum, eru 30.131 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum um vikuskiftið. Talan var um trý ferðafólk, sum komu til Føroya við flogfari leygardagin.
Tey trý ferðafólkini eru nú avbyrgd í einum húsum, sum tey høvdu leigað í Føroyum, og fleiri enn 20 onnur fólk, sum vóru við sama flogfari, eru eisini í sóttarhaldi.
Tilsamans hava 191 fólk fingið staðfest korona í Føroyum. Av teimum eru 188 staðfest frísk.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald