Uttanlands

Fleiri enn 100.000 tilburðir nú skrásettir í Filipsoyggjunum

Fleiri enn 5.000 tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið, sum er met fyri Filipsoyggjarnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-02 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Filipsoyggjunum hava tey nú skrásett fleiri enn 100.000 tilburðir av koronasmittu.

Seinasta samdøgrið eru 5.032 tilburðir skrásettir, og sambært Reuters er hetta hægsta talið, sum landið nakrantíð hevur skrásett í eitt samdøgur.

Talið á skrásettum tilburðum liggur nú á 103.185.

Eisini varð boðað frá, at 20 andlát eru skrásett seinasta samdøgrið, og er samlaða talið sostatt komið upp á 2.059.

Sambært talsfólki hjá landsins forseta, Rodrigo Duterte, hava heilsustarvsfólk á frontinum heitt á forsetan um at seta fleiri tiltøk í verk í høvuðsstaðnum, Manila, har meginparturin av tilburðunum eru skrásettir. Hetta málið verður umrøtt á fundi í dag.

Mánadagin segði forsetin m.a. at skúlar í Filipsoyggjunum ikki lata upp aftur, fyrr enn eitt koppingarevni móti korona er klárt.

Les eisini: Lata ikki skúlar upp aftur áðrenn koppingarevni er klárt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder