Innanlands

Fleiri bilførarar koyrdu ov skjótt

Í gjár og í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna í Eysturoynni og í høvuðsstaðarøkinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-04-04 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fleiri bilførarar fyri at koyra ov skjótt.

Seinnapartin í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni, og í hesum sambandi fingu fýra bilførarar klipp.

Teir koyrdu allir millum 105 og 110 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80.

Í nátt kannaði løgreglan eisini ferðsluna á Glyvursvegi á Argjum, har bilførarar javnan verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, og har vórðu fýra bilførarar afturat tiknir.

Mest loyvda ferðin á hesum vegnum er 50 kilometrar um tíman, men hesir koyrdu millum 70 og 72 kilometrar um tíman, og tað fáa teir eina bót fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder